Um vikuskfti verður Dj Show og Karaoke kapping í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og hjá tí hepna vinnaranum, eru tvey atgongumerkið til Festivalin við Múrin at heinta. Komandi leygarkvøld verður Dj Show og Karaoke kapping í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har møguleiki verður fyri at royna seg sum tónleikari, umframt at høvið verður at melda seg til Ársins Songrødd 2009, sum fer av bakkastokki innan leingi.
Vinnarin av Karaoke kappingini fær tvey atgongumerki til Festivalin Við Múrin, sum verður í Kirkjubø 16.-18. juli.