Nú er greitt, at DJ show verður á skránni til ársins Eystanstevnu. Hóskvøldið verður barnadiskotek og diskotek fyri tey ungu. Fyrireikarar siga, at hóskvøldið verður barnadiskotek frá kl. 20:00 og aftaná verður Dj Show fyri 15 ára gomul og uppeftir.
Fríggjakvøldið verður barnadiskotek frá kl. 20:00 til kl. 23:00 og Dj-Show frá kl. 23:00 til kl. 04:00
Fyrireikarar siga, at tveir DJ?arar eru á skránni, eins og onkur kapping verður á skránni. Eystanstevnu kvøldini í ár telja einans hóskvøldið 10. Juni og fríggjakvøldið 11. Juni, tí tað er ikki lov at hava dans leygarkvøldið 12. Juni.









