Í nýggju bók síni ?Føroya mál á manna munni? aftrar høvundurin, André Niclasen, seg ikki við at seta spurnartekin við almenna føroyska málpolitikkin
?Speisemi og skemt gera bókina stuttliga at lesa. André Niclasen eirir ikki teimum ofta klossutu og miseydnaðu úrslitunum av puritanskari betrivitan hjá teimum ?lærdu?. Men hann stuðlar lesaranum sum málsligum brúkarum og styrkir málsliga sjálvsálitið hjá vanliga føroyinginum.?
Soleiðis skrivar Óli Breckman millum annað í fororðunum til nýggju bókina ?Føroya mál á manna munni ? móðurmálið og málrøkt? eftir málfrøðingin, André Niclasen.
Í bókini er eitt rúgvusmikið úrval av greinum og viðmerkingum, sum André Niclasen skrivaði í Málteiginum í Sosialinum í tíðarskeiðnum 1992-98.
?Føroya mál á manna munni? verður løgd fram í Miðlahúsinum fríggjadagin kl. 15.
Tað er Læribókaforlagið, ið gevur út bókina, sum er 280 síður og prýdd við tekningum hjá Óla Petersen.