Sonni Jacobsen
Høgni Hoydal er føddur í 1966 og var av umrødda »trúgvandi« nevndur sum eitt av dømunum. Høgni Hoydal hevur nú mótmælt hjá blaðnum, har hetta stóð í og vil hava orðini »deyð at vera« og heldur slíka framferð vera bæði óbíbilska og særandi.
Eg vil fegin viðmerkja eitt lítið sindur til hetta. Og eg vil eisini fegin byrja við at geva Høgna Hoydal æviga rætt. Hesin sokallaði »trúgvandi« líkist í mínari verð meira einum »fanatiskum sambandsmanni« enn nøkrum »trúgvandi«, og so er tað sagt. Og eg skal royna at grundgeva eitt sindur hví eg haldi so vera.
Djórsins merki
Tað Jóhannes endurgevur í Opinberingini eru sjónir og tekin um ting og hendingar, sum viðvíkja øllum heiminum og ikki bara lítlu Føroyum. T.d. verður umrødda tekin (666) nevnt sum eitt tekin, ið skal vera brúkt um allan heim. Eitt tekin sum skal hava nakað at gera við keyp og sølu. Í gomlum døgum skilti eingin hetta løgna tekin. Eg skal ikki siga, at vit í dag skilja hetta so væl heldur, men í dag vita vit so, at tøl vera brúkt til at selja og keypa við. Ikki bara tøl fyri peningaupphæddir, men loynitøl og annað mang í smb. við elektroniskt keyp. Flestu nútíðarbíbliugranskarar eru samdir um, at hetta sonevnda »Djórsins tekin« hjá Jóhannesi kemur at vera brúkt av einum ógudiligum heimsherskara sum standardloyniorð ? møguliga saman við øðrum tølum ? til keyp og sølu. Og hetta verður eisini sett á menniskju, á teirra enni ella hond so ellektronisk tól lætt og nemt kunnu lesa kotuna fyri hetta menniskja og beinan vegin vita hvør viðkomandi er. Bíblian bannar tey menniskju til æviga glatan, ið taka hetta serstaka merki hjá hesum ógudiliga herskaranum upp á seg. Hví bíblian t.d. er so hørð móti júst hesum merkinum er eitt av tingunum hesum viðvíkjandi vit ikki heilt skilja enn, men eingin ivi er um, at tá tíðin er búgvin fara vit at skilja tað eisini. Nógv kundi verið lagt afturat sonevnda Djórsins merkinum, men lat hetta vera nokk fyri hesu ferð.
Niðurstøða
Tá vit vita nøkulunda hvat hetta merki stendur fyri, so er tað burtur við at fara at kanna, um nú loysingarmenn ella t.d. sambandsmenn eru føddir í 66 ella ikki ella um teir hava nakað við 6-tøl at gera í heila tikið. Og tað eru væl líka nógvir sambandsmenn føddir í ?66 sum loysingarmenn? Hvat við teimum sum vóru fødd í 1666? Eru tey øll av ?djórinum??
Slíkt ógrundað tos og slíkir mystiskar hugsanir eru ikki til nakað uppbyggilsi fyri nakran ? tvørtur ímóti ? bara til skaða. Bíblian hevur ongantíð sagt, at vit skulu leita eftir slíkum teknum og hon nevnir tey ongastaðni. At brúka bíbliuna sum vápn ímóti annarleiðis politiskt hugsandi er eisini bæði órættvíst, ódámligt og í seinasta enda ? ókristiligt, so tað vil eg staðiliga mæla frá.