Tann lýggi veturin snýtir djórini, so tey missa skilið á árstíðunum. Í Danmark hevur tað verið óvanliga lýtt teir seinastu mánaðarnar, og úrslitið sæst nú, siga lívfrøðingarnir. Eitt nú er tað ikki sjáldsamt at síggja tindasvín, hóast tey av røttum áttu at ligið í dvala nú. Lívfrøðingarnir vænta eisini, at fleiri sløg av summarfuglum hava mist skilið á árstíðundum, og at tað fer at síggjast aftur.