Undir allari stevnuni verður nevniliga skipað soleiðis fyri, at djórini koma í hásætið. Byrjað verður longu fríggjakvøldið kl. 18 við framsýning av alskyns djórum.
Sum skilst var ætlanin at hava ein heldur forvitnisligan part í hesum tiltakinum, við at læna nakrar av geitunum, sum ganga nærhendis Rituvík. Men neyðug loyvi til flutning av geitum millum oyggjar fekst ikki, og tí verða tær ikki við.
Á Royndarstøðini verður somuleiðis møguleiki at síggja, hvussu løgreglumenn kunnu fáa hundar sínar at vísa ymisk kynstur, og seinni aðrir luttakarar við seyðahundum sínum. Hundaeigarafelagið fer eisini at vitja her við hundum sínum.
At enda kann verða nevnt, at børnini fáa møguleika at ríða við hestum á stevnuni.