Djórapínsla

Av og á kemur fyri, at djór ikki verða viðfarin heilt so væl, sum flestu okkara kundu hugsað sær. Oftast er í slíkum førum talan um vanrøkt, har ánarin av djórum ikki tekur atlit til tørvin hjá hesum, men við hvørt er talan eisini um meira beinleiðis djórapínslu.
Og øðrvísi enn hetta fær talan neyvan verið um, tá hugt verður at myndini omanfyri. Ein flokkur í Hoyvíkar skúla kom fram á hendan hundin, sum var skolaður upp á land við dráttin í Gomlu hoyvíkini.
Hvør tað er, sum stendur aftan fyri gerðina, vita vit ikki, men andstyggilig er hon í øllum førum. Við labbunum fastbundnar upp móti kjaftinum er hundurin tveittur á blámann, og tá so er, hevur neyðardýrið ongan møguleika at svimja, men hevur trýst seg sjálvan alt meira niður, meira hann hevur spjálkað við afturbeinunum.
Myndamaður okkara hevur tikið tikið hesa myndina av hundinum, og sum tað framgongur, so hevur deyðin verið alt annað enn tespiligur.