Djóraløta úti við Havnará

Djóraverndarfelagið skipar fyri einum spennandi og forkunnugum tiltaki í morgin millum klokkan 15 og 18. Djóraverndarfelagið skipar fyri ?Djóraløtu? í hugnaligu Skótahúsunum við Havnará. Har verður høvið at hitta djórini, ið Djoraverndarfelagið hevur í varðveitslu. Har ber til at hugna sær við kaffi, køkum og tónleiki frá Una Debes. Í løtuni hevur Djóraverndarfelagið hundar, kettur og marsvín. Høvið verður at gera nærri avtalu um ættleiðing av hesum djórum. Tað ber sjálvandi eisini til at tekna seg sum lim í felagnum. Djóraløtan byrjar kl. 15 og endar kl. 18.

Djóraverndarfelagið sigur, at øll eru vælkomin, bæði fólk og djór.