Djóralæknar úr at gera til nýggjárs

Djóralæknarnir fáa nógvar fyrispurningar, nú nýggjárið nærkast. Serliga eru tað hundaeigarar, sum venda sær til djóralæknarnar fyri at leita sær góð ráð, tí hundarnir eru bangnir fyri fýrverki.

 

Kristina Dahl Joensen, djóralækni hjá Djóralæknatænastuni í Havn, sigur, at tey fáa serliga nógvar fyrispurningar millum jóla og nýggjárs. Summi venda sær til Djóralæknatænastuna, tí tey hava frætt, at tað ber til at fáa doyvandi heilivág til hundarnar, og onnur kenna ræðsluna frá undanfarnum árum.

 

Kristina Dahl Joensen, sigur, at tey geva ongantíð doyvandi heilvág, um tey ikki kenna hundin. Eisini lata djóralæknarnir eigaran gera av, um hundurin skal hava doyvandi heilivág ella ikki. Tá heilivágur verður givin, fær hundurin tvey ymisk sløg. Hann fær sissandi heilivág í nakrar dagar innan nýggjársaftan, og nýggjársaftan fær hann doyvandi heilivág, so hann svevur frá fýrverkinum.

 

Kristina Dahl Joensen sigur, at øll djór eru bangin á nýggjárinum. Bæði hundar, kettur, neyt, ross og seyðir verða ótrygg, tá fýrverk verður skotið. Men hundarnir eru teir, sum reagera ógvisligast upp á fýrverk. Tað er eisini tað djórið, sum er tættast at eigaranum, sigur Kristina Dahl Joensen.

Hon sigur, at teir flestu hundarnir eru bangnir, teir renna runt og ristast og hvína, og hjá summum tekur tað eina heila viku at koma fyri seg aftur.

 

Ketturnar rýma ofta, og neyt og ross verða órólig í fjósinum. Nógvir eigarar síggja til, at ross og neyt eru í fjósinum, og at vindeyguni verða myrkaløgd, so djórini ikki síggja tað sterka ljósið. Ein fyrimunur er eisini, at fjósini sum oftast eru rættiliga langt burtur frá teimum støðum, har fýrverk verður skotið.

 

Ikki allir hundar eru kortini bangnir fyri fýrverki. Hundar eru ymiskir sum øll onnur, sigur Kristina Dahl Joensen, og vísir á, at summir renna eftir fýrverki og fáa skaða av tí.

 

Kristina Dahl Joensen sigur, at bestu ráðini eru at verða hjá hundinum. Eigarin skal hava vanligan atburð og ikki troysta hundin alla tíðina.

 

Eisini kann tað viðmælast at fara við hundinum inn í eitt rúm, koyra gardinurnar fyri vindeyguni og spæla harðan tónleik, so hundurin ikki sær ljósið frá fýrverkinum og hoyrir buldrini so væl, sigur Kristina Dahl Joensen, djóralækni hjá Djóralæknatænstuni í Havn.