Djóradagar verða í Havnardali hetta vikuskiftið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Brand í Dali frá Djóradøgunum greiða frá tiltakinum, sum byrjar leygardagin klokkan 14

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Brand í Dali frá "Djóradøgunum 2016" greiða frá tiltakinum, sum aftur í ár verður úti í Havnardali. Tiltakið byrjar leygardagin klokkan 14, og letur aftur við einari framsýning klokkan 18. Somu klokkutíðir verða galdandi fyri tiltakið sunnudagin.

 

Møguleiki er hjá teimum yngstu at uppliva mong ymisk djór, og kendi fjallakálvurin "Charlie" úr Kirkjubø verður eisini at síggja á Djóradøgunum í ár. Tyrlan hjá Atlantic Airways vitjar eisini í Havnardali.

 

Fyrireikararnir hava havt sama atgongumerkjaprís fyri vaksin síðani aldarskiftið, 50 krónur, og tað er ókeypis hjá teimum, sum eru undir 16 ár at sleppa til tiltakið.