Djóradagar í Havnardali

   

Komandi vikuskifti, leygardagin 29. og sunnudagin 30. mai, skipar Føroya Ríðingarfelag fyri stórum familjutiltaki á øki felagsins útí í Havnardali.

Á skránni verður djóragarður, ponyríðing, fiskibrunnur, stuttleikakapping (ríðing), framsýning av greðingum, framsýning av ymiskari útgerð og søla av mati og drekka.

Byrjað verður leygardagin kl. 13.00 við djóragarði við lombum, kálvum, gæs o.ø. dýrum. Eisini er framsýning av ymiskari útgerð, so sum reiðútgerð, fóðri, hegni, viðfestivognum o.ø. Somuleiðis verður fiskibrunnur og søla av mati og drekka. Kl. 14.00 verður stuttleikakapping (ríðing) og klokkan 15-17 verður ponyríðing. Leygardagin endar tiltakið kl. 18.00.

Sunnudagin verður byrjað kl. 14.00 við djóragarði, framsýning av ymiskari útgerð, fiskibrunni og sølu av mati og drekka. Kl. 15.00 verður framsýning av føroyskum, norskum og íslendskum greðingum saman við avkomi. Kl. 16.30-18.30 verður ponyríðing. Tiltakið endar sunnudagin kl. 19.00.

Inntøkurnar frá tiltakinum fara til gerð av venjingarvølli og at fríðka um økið í Havnardali. Atgongugjaldið verður kr. 40 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Atgongumerkið verður somuleiðis lutaseðil, har vinningurin er ein ferð.

Hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri slíkum tiltaki, og felagið vónar, at fólk, børn og vaksin, fáa eitt upplivingarríkt vikuskifti á djóradøgunum í Havnardali.