Í 2017 gjørdi Magnus Heinason átta kanningarferðir á sonevnda K-skurðinum í ein útsynning úr Koltri. Hetta var liður í einari verkætlan, sum eitt nú varð stuðlað av Fiskivinnuroyndum.
- Endamálið við hesi verkætlan var at kanna djóraæti á føroyska landgrunninum fyri at fáa meiri vitan um nøgd og samanseting av ymiskum sløgum í tíð og stað - og um hetta møguliga kann setast í samband við atferð hjá makreli á landgrunninum og tilgongd av toski.
Havstovan sigur, at kanningarnar á K-skurðinum í 2017 eitt nú vístu, at nøgdirnar av djóraæti vóru munandi størri uttan fyri landgrunnin um várið og tíðliga á sumri, men seinnu í helvt av sumrinum og út á heystið var øvut. Tá var nevniliga meira av æti var inni á landgrunninum enn uttanfyri.
- Sannlíkt er, heldur Havstovan, at hetta er orsøkin til, at makrelur ikki leitar inn á landgrunnin í munandi nøgdum fyrr enn seint á sumri.
Havstovan heldur, at samansetingin av djóraæti á K-skurðinum um várið og út á summarið í 2017 eisini passaði sera væl til fyritreytirnar at koma undan hjá fiskayngli, soleiðis at longu í mars var væl av smáum djóraæti og haraftrat ein ávís gýting av reyðæti.
- Tað vísti seg eisini á yngultúrinum hjá Havstovuni í 2017, at nógv var at fáa av yngli, og talið av toskayngli var yvir miðal. Haraftrat vísa stovnsmetingarnar í 2018, at tilgongdin av 1 ára gomlum toski (2017-árgangurin) er væl yvir miðal.
Havstovan vísir á, at úrslitini frá kanningini eisini hava víst, at nøgdirnar av djóraæti broytast sera skjótt. Stórar nøgdir av reyðæti vórðu í mai – eitt tíðarskeið, har Havstovan higartil ikki hevur havt møguleika at raðfesta kanningar av djóraæti á landgrunninum. Men í juni var nøgdin minkað niður í næstan einki.
- Forvitnisligt hevði verið at sæð líknandi kanningar í fleiri ár fyri at kanna, um og hvussu samanseting av djóraæti um várið og út á summarið broytist millum ár. Hetta hevði verið virðismikil vitan, sum kundi givið neyvari ábendingar um, hví eitt nú botnfiskatilgongdin er so ymisk frá einum ári til annað, halda tey á Havstovuni.