Aftur í dag hevur eitt ferðsluóhapp verið orsaka av djórum á vegnum.
Í morgunferðsluni í Trongisvági í morgun var ein bilførari so beinasamur at bremsa fyri onkrum djórum, sum gingu á vegnum.
Tað var tó kanska betri ógjørt, tí bilførarin aftanfyri var heldur nær, og rendi upp í afturpartin á bilinum frammanfyri.
Báðir bilarnir fingu nakað av skaða.
Eitt líknandi óhapp hendi á Sandvíkarhjalla í Havn fyrradagin. Tá var tað ein bilførari, sum bremsaði fyri einum seyði, men bleiv árendur aftan ífrá. Í tí førinum fekk aftari bilførarin eina bót fyri ikki at halda frástøðu.