Djúpt sakk FSF

Nú fall avgerðin um at Bartal skal hava 2 dagar leikbann fyri nakað, sum er burtur úr vón og viti

Lat meg gera púra greitt, at tað sum Bartal segði kemur undir ongum umstøðum undir ósømiligan atburð, tí tað sum hann segði var bara tað, at hann ikki dugdi at floyta, renna og at hann gjørdi sær fyri skommum. Er tað ósømiligt, so kann mann einki siga í hesum landinum. Tí veruleikin er tann, at vit hava fingið við ein felagsskap at gera, sum er farin at diktera fólki, hvat talifrælsið er og ikki er. Tí tað sum hendir í Føroyum í dag, er at mukkar mann ímóti hasum monnunum, so fært tú sleggina í høvdið, tað er prófast, hendir hettar aftur, so fáa tit av at vita, verið vísir í tí. Sum støðan er nú, kunnu vit bara úttala okkum um tað er í samsvar við teirra hugsan altso innanfyri bøgarðarnar hjá FSF, fert tú útum, so verður tú sligin í høvdið so einfalt er tað. Orsøkin til tað er, at FSF, dómarafelagið og dómaranevndin hava útvikla seg til at vit í Føroyum nú hava fingið eitt nýtt prestastýri og eina hernaðarjuntu, sum vit so væl kenna tað frá Iran og Nyanmar og tað eru allir føroyingar longu nú greiðir um, men eitt kann eg upplýsa fyri hesum stýrinum, at eg ætli mær til eina og hvørja tíð at gera mína hugsan galdandi í hesum landi uttan at spyrja tykkum og onnur eftir og eg ætli mær eisini til eina og hvørja tíð at vera talifrælsið hjá leikarum, venjarum o.ø. Tað er líka mikið hvat felag teir hoyra til, so er tað vónandi komið uppá pláss fyri tykkum einaræðisharrum. Tað einasta, sum nú er at gera, sum eg síggi tað, er at fólk fara at gera uppreistur ímóti Sveini, Karl, Niklas, Niclas og Rúna og hvussu teir so enn eita. Tí frá nú av mugu vit seta hettar stýrið uppá pláss, so at teir fáa at vita, hvad se hør og bør, tí hendan óhugnaligan gongdin má og skal støðgast her og nú.