Djúpt frustrerandi

Leygardagin vórðu 1700 tons av sild og makreli avskipað av Klaksvík, og goymslurnar hjá Norðborg og Christiani í Grótinum eru nú tómar. Alt mátti avstað, áðrenn ES stongir sínar havnir fyri innflutningi úr Føroyum

Tilsamans avskipaði reiðaríið hjá Norðborg og Christiani í Grótinum 80 bingjur við sild og makreli, ið alt fer inn á ES-marknaðin. Fiskurin fór av Klaksvík við Godafoss seinnapartin leygardagin.
- Ja, vit valdu at fáa alt avstað. Vit fáa ikki fyrihildið okkum til annað, enn at ES-boykottið kemur. Og so mugu vit handla út frá tí, sigur Pól Huus Sólstein, sølustjóri hjá Norðborg og Christiani í Grótinum.
- Í rundari vekt selja vit sildina fyri 6-7 krónur kilo, meðan makrelurin fer fyri góðar 9 krónur kilo. Og tá skal tú hava í huga, at enn eru vit tíðliga í vertíðini, so allarhelst verður prísurin hægri í heyst, sigur Pól Huus Sólstein.

Seinasta lastin
Tað er tó við sorgblídni, at reiðaríið sendi tær 80 bingjurnar avstað. Tí hetta kann væl vera seinasta lastin inn í ES á hesum sinni.
- Hetta er djúpt frustrerandi. Síðstu árini hava vit lagt okkum eftir at fáa besta prísin fyri okkara rávøru, og í dag er Norðborg tað skipið í uppsjóvarflotanum, ið fær mest burtur úr hvørjum kilo av rávøru. Nú verður alt okkara arbeiði skúgvað til viks, fullkomuliga gjørt til einkis. Og tað er ein syrgilig støða, sigur Pól Huus Sólstein.
Hann vísir á áralangt arbeiði at byggja upp góð viðurskifti við kundar í ES, sum nú er í vanda.
- Jú, vit hava góð viðurskifti við kundarnar. Men forrætning er forrætning. Og klára vit ikki at veita vøruna, so keypa kundarnir onkra aðrastaðni. So einfalt er tað, sigur Pól Huus Sólstein.

Nýggir marknaðir
Hóast ES stongir sínar havnir og sín marknað fyri føroyskari sild og makreli, so ber væl til at sleppa av við rávøruna.
- Jú, tað er eingin trupulleiki. Vit kunnu saktans selja alla okkara vøru til Russlands og Nigeria, men tað verður also fyri ein heilt annan prís, sammett við í dag. Tað kostar okkum fleiri krónur fyri hvørt einasta kilo av rávøru, sigur Pól Huus Sólstein.
Hóast goymslurnar hjá Norðborg og Christiani í Grótinum eru tómar í løtuni, so verður ikki leingi, til reiðaríið aftur má senda rávøru avstað.
- Vit fáa goymt eini 5000 tons, og tí noyðast vit at avskipa vøruna, hóast ES-boykottið verður veruleiki. Men tá verður tað sum nevnt til aðrar marknaðir, sum langt frá gjalda sama prís, sigur Pól Huus Sólstein.