Kaj Klein er aftur upp á spæl. Hann hevur latið útgávu úr hondum, sum nevnist Úr Maskinrúminum.
Kaj er væl kendur í føroyska tónleikaheiminum, hóat hann hevur verið útiseti í mong ár.
Útgávukonsertin í samband við “Úr Maskinrúminum” mánakvøldið boðaði frá góðum. Væl vita vit, at Kaj ofta hevur umboðað harðan rock og djúpa røddin er ikki at fara skeiv.
Djúpa røddin er hin sama, men Kaj og manning hansara spældu mánakvøldið eina konsert, sum í stóran mun var “festlig”. Talan er um Blues-, folk- og rocktónleik, ella okkurt, sum liggur har ímillum. Fleiri løg eru lívlig og stuttlig og tekstirnir eru góðir.
Tóroddur Poulsen, yrkjari, hevur eisini leiklut, og hann var við á konsertini mánakvøldið. Tað riggaði stak væl við hansara upplestri, meðan tónleikararnir spældu undir. Kaj og Tóroddur hava ongantíð verið bangnir fyri at føra seg fram, uttan at hugsa um, hvat fjøldin nú einaferð heldur um teir ella framførsluháttin. Teir tykjast vera á bylgjulongd, Og Tóroddur sýntist at trívast á pallinum og staðfesti seg í roynd og veru sum ein góðan og undirhaldandi “performara”. Hann fekk eisini lógvbrestir við sær á vegnum eftir framførsluna.
Sum heild kann sigast um tónleikin á konsertini, at talan er kanska um meira melodiøsan tónleik, enn vit eru von við frá Kaj. Meira oyravinarligt. Ein annar vestmenningur segði einaferð á útgávu síni, at tað var “blátt í støðum”. Hjá Kaj er tað hesaferð pent í støðum.
Kaj er útiseti og tónleikararnir eru danir. Teir tóktust tó at trívast væl í føroysku løgunum eisini. Her serliga, tá talan var um spæl av gomlum føroyskum landaplágum. Til dømis var klaverleikarin dugnaligur og leitandi.
Sum heild var konsertin góð og hugnalig og skemtilig í støðum. Hon boðaði frá góðum. Bæði rødd og tekstir fóru í dýpdina, meðan løgini tykjast vera farin í ljósari luftløg at sveima.