Djúpasta tøgn um samráðingarnar

Sosialurin hevur fyrrapartin roynt at lodda dýpið viðvíkjandi samráðingunum, men hvørki Jørgen Niclasen ella Kári p. Højgaard vilja siga nakað sum helst, meðan løgmaður als ikki tekur telefonina

Vit hóma land, men eru als ikki komnir inn á grunt vatn, har sum skerini eru.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, komandi formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Hann vil ikki siga nakað um samráðingarnar, og tá hann verður spurdur um landsstýrisfólk, sigur hann, at teir als ikki eru komnir hartil.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, er líka hulin.
Vit gjøgnumganga kladduskjalið og peila okkum inn á tungu málini, sigur hann uttan at vilja nevna, hvørji tungu málini eru.
Heldur ikki bar til at fáa viðmerking frá Jenisi av Rana, formanni í Miðflokkinum, honum fingu vit ikki fatur á, meðan Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum og løgmaður, konsekvent ikki tók telefonina hóast nógvar royndir.
Annars sótu flokkarnir hvør sær í morgun og viðgjørdu kladduskjalið til eitt samgonguskjal, og eftir døgurða skulu formenninir í flokkunum hittast til nærri samráðingar.
Løgmaður hevur sagt, at hann væntar samgonguskjalið liðugt týsdagin ella mikudagin.