Graslíkið á vøllinum í Djúpumýru í Klaksvík skal skiftast, og fyrr í vikuni varð grasteppið tikið av.
Nú hava óvæntaðir trupulleikar stungið seg upp við undirlendinum, so nýggja grasteppið kemur á eina viku seinni enn upprunaliga ætlað.
Tað sigur Jógvan Skorðheim, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu, við Norðlýsið.
Hann sigur við blaðið, at lendið undir grasteppinum hevur sett seg meiri, enn útrokningarnar hava víst, soleiðis at undirlendið er ójavnari enn væntað.
- Neyðugt verður tí at skifta alt undirlagið, soleiðis at samlaða íløgan í vøllin verður umleið 800.000 krónur dýrari enn mett, leggur hann aftrat.
Hetta merkir, sigur Jógvan Skorheim, at vøllurin ikki verður klárur til fyrsta heimadystin hjá KÍ eftir summarsteðgin.