Kanningar hjá BP vísa, at djúpa vatnið ikki var orsøkin til óhappið í Meksikoflógvanum staðfestir Jarðfeingi -Tey, sum hava lisið frágreiðingina hjá BP um óhappið í Meksikanska flógvanum, síggja nú, at tað er ikki tað djúpa vatnið, sum hevur verið orsøkin til ta vanlukkuna, og tí gevur frágreiðingin ikki nakrar ábendingar um, at tað er vandi á ferð at bora á djúpum vatni við Føroyar.
Hetta sigur Meinhard Eliasen, serfrøðingur í trygdarmálum á Jarðfeingi. Hann vísir eisini til, at eftir BP vanlukkuna er oljuídnaðurin farin at endurskoða sínar trygdarskipanir. Eitt nú hevur oljufelagið ENI, sum stendur fyri boringini við Føroyar, modifiserað og útbygt sínar trygdarskipanir umborð á boriskipinum West Phoenix í sambandi við trygdarventilin (BOP, red). Hetta er tann trygdarventilurin, sum skal forða olju og gassi bráddliga at koma upp úr boriholinum og harvið elva til dálking. Teir hava við hesum fylgt tilráðingunum, sum komu tíðliga í vár um at kanna BOP ventilarnar, hvussu væl teir virka, tá tað kemur til stykkis.
Meinhard Eliasen sigur, at ENI í Føroyum við sínum broytingum hevur hækkað hydrauliska trýstið, sum aktiverar ventilarnar, fyri at vera vís í, at teir klára at klippa ein og hvønn part av einum boristrongi. Hann er annars vísir í, at tær tillagingar, sum ENI longu hevur gjørt í Føroyum og sum gjørdu, at boringin mátti steðga í meira enn tríggjar vikur, helst eisini fara at verða settar í verk umborð á øðrum boripallum um stutta tíð.
Boringin á landgrunninum heldur tí fram uttan at føroysku oljumyndugleikarnir hava ampa av útsøgnunum hjá eitt nú Greenpeace.
Seinasta nýggja frá Greenpeacetiltakinum í Hetlandi er, at løgreglan er farin at fyreika seg til at leggja uppí so ella so. Umboð fyri løgregluni sigur við Shetland Times, at tey raðfesta trygdina hjá Greenpeacefólkunum og manningini á Stena Carron hægst. Men arbeitt verður við at finna fram til, hvussu málið kann fáa ein friðaligan enda. Chevrontalsmaðurin sigur, at løgreglan eigur at leggja uppí.