Djóni gevst í Runavík

NSÍ skal hava nýggjan hjálparvenjara til næsta kappingarár

Fyrrverandi NSÍ leikarin, Djóni Nolsøe Joensen, tók miðskeiðis í summar yvir sum hjálparvenjari hjá Anders Geber í NSÍ, eftir at fyrrverandi hjálparvenjarin, Harry Knudsen var givin.

 

Men Djóni Nolsøe Joensen verður ikki hjálparvenjari aftur komandi kappingarár. Tað boðar heimasíðan hjá NSÍ frá.

 

Hóast tað ikki stendur nakað um orsøkina hví Djóni Nolsøe Joensen gevst sum hjálparvenjari hjá NSÍ, er tað helst koyringin ið er ein forðing, tá Djóni býr í Havn.

 

NSÍ skal tí finna sær nýggjan hjálparvenjara.