Dj Kato plátum í Eclipse

Í kvøld, leygarkvøldið, vendir Dj Kato plátum í Eclipse. Danski plátuvendarin sigst vera tann besti mainstram plátuvendarin í heimlandinum í løtuni

 

Hann vann bæði ?Årets Danske Mainstream DeeJay? og ?Danish Deejay Battle? í ár. Harumframt hevur Kato framleitt fleiri stór hit fyri onnur tónleikanøvn, so sum fyri Infernal, DJ Aligator og The Loft.

 

Tónleikurin hjá Kato hoyrir til breiðu House-tónleikinum við íblástri frá soul, funk, klassiskum, hip hop og Rnb. Sum plátuvendari leggur Kato seg eftir at endurframleiða tann tónleik, ið er uppi í tíðini.