DJ Freedom til Vit elska 90ini

DJ Freedom verður við til risastóra tiltakið Vit elska 90ini, sum verður í Hoyvíkshøllini 12. oktober. DJ Freedom kom brúsandi inn á danska og altjóða dansipallin, tá hann við sínum glaða tónleiki, setti lív í dansistøðini kring heimin.

Á plakatini til tiltakið stendur at lesa “Vit elska 90ini, og alt tað besta við 00unum”. Og DJ Freedom hoyrir til seinna bólkin. DJ Freedom gav út stakløgini “Hang On” og “Susanna” í 2001, og hevur síðani verið fast innbúgv í dansistøðunum kring heimin.

Hansara lívligi tónleikur fer uttan iva at seta lív í stóru fjøldina til stóra tiltakið í Hoyvíkshøllini 12. oktober.

Fammanundan er longu greitt, at Cottoneye Joe, Me & My og Cut ´N´ Move fara at framføra til Vit elska 90ini.