DJ Estevez ársins plátuvendari

Kári Annand Berg vann leygarkvøldið kappingina um at gerast ársins DJ

 

Eini 800 fólk vóru leygarkvøldið til finaluna í kappingini um at gerast Ársins DJ.

10 plátuvendarar skuldu luttaka í finaluni, men tveir teirra góvu avboð undan finaluni.

Av teimum átta, sum dystaðust leygarkvøldið, var tað bert ein, sum kundi kalla seg vinnara eftir kappingina, og tað gjørdist DJ Estevez ? Kári Annand Berg.

? Eg eri fegin um, at eg vann kappingina. Ivaleyst verða onkrar stórar uppgávur á skránni komandi tíðina orsaka av hesi kappingini, sigur Kári Annand Berg, sum eisini er kendur sum ein av plátuvendarunum í Útvarpi Føroya.

Innleiðandi umfør í Ársins DJ kapping vóru kring landið, og tað vóru eisini plátuvendarar ymstastaðni frá, sum kappaðust í finaluni leygarkvøldið.