DJ Aligator til Føroya í dag


 

Tað hevur gingið væl at selja atgongumerkir til konsertina við DJ Aligator, tí tá talt varð upp mánadagin vóru longu seldir 600 pappírslepar av tí slagnum, sum geva atgongd til høllina á Kambsdali í annaðkvøld, tá plátuvendarakrokodillan fer á pallin.

Fyrireikararnir høvdu annars ikki væntað ta stóru søluna fyrr enn dagarnar beint frammanundan konsertini, millum annað tí at januar vanliga er ein soltin mánaður hjá bankabókum, og lønir og útbúgvingarstuðlar ikki vórðu útgoldin fyrr enn í gjár.

Harafturat hava føroyingar, sambært fyrireikarunum, tað við at keypa atgongumerkir við dyrnar, tá tað er møguligt, og tað er tað til hesa konsertina. Væl at merkja, um tær ikki verða útseldar áðrenn.

Høllin á Kambsdali tekur 1700 fólk, og fyrireikararnir hava góðar vónir um at síggja so nógvar áhoyarar í annaðkvøld, tí væl hevur verið lýst fyri tiltakinum.

Fyri at heilgardera seg ímóti møguligum seinkingum í flogferðsluni, ið altíð eru ein vandi her í landinum, kemur DJ Aligator við flogfari longu tíðiliga í dag. Við sær hevur hann seks fólk.


Dansitónleikur

DJ Aligator, sum í veruleikanum eitur Ali Movasat, er dani, og tónleikur hansara er serliga kendur í Danmark. Men hann arbeiðir miðvíst við at sláa ígjøgnum uttan fyri heimlandið og komandi mánaðirnar hevur hann konsertir í Miðeuropa og í onkrum av hinum Norðurlondunum. Seinni í ár fer hann á konsertferð í Malaysia og Australia.

Í Føroyum hevur hann longu sligið ígjøgnum og hann man vera ein av mest spældu tónleikarunum á føroyskum dansistøðum í løtuni.

DJ Aligator spælir tað, sum á góðum føroyskum eitur dansitónleikur. Men heldur enn harmoniku og sang, brúkar hann teldu, ljómborð og elektriskar bongatrummur, og vokalljóðini liggja onkrastaðni mitt ímillum tos og sang. Afturat sær hevur hann ein percussionist og tvær sangarinnur, ið eisini eru dansarinnur.

Umframt DJ Aligator fer føroyski rokk/popp bólkurin All That Rain og DJ Martin Kjærbo at undirhalda áhoyrarunum.

Dyrnar til høllina á Kambsdali lata upp klokkan 23. Klokkan hálvgum tíggju á kvøldi fara bussar av Farstøðini inn á Kambsdal í sambandi við tiltakið. Tey, ið ætla sær at brúka hesa leiðina, skulu boða frá á Kunningarstovuni í Havn framanundan.

Atgongumerki til konsertina verða seld við dyrnar og á Statoil støðum og í 3?aranum.