Dizzy Mizz Lizzy á rundferð

Tim Christensen hevur júst almannakunngjørt, at bólkurin Dizzy Mizz Lizzy nú er endurstovnaður, og fer á rundferð í Danmark komandi ár. Hetta hevur hann almannakunngjørt umvegis einum videobroti á sínari Facebook vangamynd, har hann saman við tveimum upprunaligum limum í bólkinum sigur, at teir hava tikið avgerð um at fara á rundferð í komandi ár ? ein rundferð við heitinum ?Reunion Tour 2010?.

 

Í videobrotinum sigur Tim soleiðis.

 

-Vit tríggir høvdu einaferð ein lítlan tónleikabólk, og vit halda, at ta kundi verið stuttligt, at endurstovna tann lítla bólkin, og fara tí at framføra nakrar konsertir á einari lítlari rundferð í komandi ár.

 

Harnæst siga teir tríggir limirnir, at teir vilja framføra fimm konsertir í ávikavist Odensen, Árhus, Aalborg, Esbjerg og Keypmannahavn, og at atgongumerkjasølan byrjar sunnudagin.

 

 

Í upploysn í 1998

Dizzy Mizz Lizzy bleiv stovnað í 1988, og upployst aftur í 1998. Í 1993 vann bólkurin DM í Rock, har teir millum annað vunnu á Kashmir.

Bólkurin hevur givið út tvær fløgur. Fyrsta fløgan seldi yvir 200.000 eintøk í Danmark.

Umframt Tim Christensen, ið hevur framført fleiri Dizzy-løg á sínari seinastu rundferð, eru Søren Friis á trummum og Martin Nielsen á bass.

 

Bólkurin bleiv fyri eina nátt endurstovnaður í 2006, tá teir framførdu á einari stuðulskonsert í Vega.