Dizzy Mizz Lizzy gevur fløgusavn út

>>Dizzcography<< er heitið á nýggja fløgusavninum hjá Dizzy Mizz Lizzy, ið verður útgivið nú í samband við konsertferðina, ið skal aftureina bólkin.

- Hóast bólkurin verður aftureindur, gevur hann ikki nýtt tilfar út, og tí hugsaðu vit at gera eitt fløgusavn, sigur Tim Christensen við GAFFA. Í savninum verður millum annað møguligt at hoyra demoina, ið veruliga fekk bólkin fram á sinni.

 

Fløgusavnið verður samlað í eina boks, har tað, umframt tónleikin, verður møguligt at síggja gamlar myndir av bólkinum.

- Tað hevur verið ófatiliga stuttligt at sitið og valt gamlar myndir til boksina, sigur forsangarin, Tim Christensen.

 

Hann heldur, at øll prosessin hevur verið spennandi, men teir gleða seg nú fyrst og fremst til at sleppa út at spæla aftur, sigur Christensen.