Dixie hövdu nógv at liva upp til, og tað gjördu teir
Nú hövdu G! og miðlarnir fingið fólk at rokna við so nógvum, at summi andaðu inn beint áðrenn konsertina og spurdu seg sjálvi, um tað nú fór at vera nakað so serligt.
Hetta var rátt gospel og ófatiliga væl sungið og spælt. Gittar, bass og trummur og so Ira Tucker sum forsangari og ein basssangari og ein tenorsangari. Tann, sum sang bass, er 21 ár. Teir hoyrdu hann tosa einaferð fyri tveimum árum síðan og headhuntaðu hann á staðnum. Hann sang lead ein sang, og tað var stuttligt undirhald, tí at teir dugdu væl at skemta við tí, at hann kundi fara so lágt við röddini.
Hin sangarin er í 60unum, og hann sang eisini ein sang lead. Hann dugdi at fáa futt í fólkið.
Og so er tað Ira Tucker. Hann er 83, men kláraði væl at syngja í eini fimm korter. Hann bleiv bara betri og betri, sum frá leið. Eisini hann var stuttligur. Ein sang sang hann á knöunum, og hann hevði at teimum, tá teir ætlaðu at hjálpa honum á fötur, tí hann var ikki liðugur at biðja.
Eitt, sum eyðkendi tónleikin, var groovið hjá trummunum og bassinum og gittaranum. Tungt og sera fast. Kanska besti sangur var tann inniligi ?When I Found Jesus Christ.? Ein sera seinur gospelsangur við lítlari instrumentering.
Sandurin var pakkaður eins og rekkverkið framvið har uppi á vegnum. Og lagið var gott, og fólk dansaðu og livdu við.
Summa summarum var tað so gott, tí at tað svingaði so væl og var so ektað og so ótrúliga væl sungið og spælt.
Meinhard Jensen










