Divaz í studio í januar

Í løtuni er bólkurin Divaz í ferð við at savna tilfar til eina fløgu, sum eftir ætlan skal koma út einaferð tíðliga í summar.

 

Bólkurin Divaz er settur saman av teimum trimum, Malan Eyðunsdóttir, Laila Carlsen og Anna Maria Olsen.

 

Divaz fer at hava tvær konsertir millum jól og nýggjár. 27. desember far tær at hava konsert í Suðri, og 30. desember í Havn.

 

Tá komið er inn í nýggja árið, fara tær tríggjar í studio, og tað verður Kristoffer Mørkøre, sum fer at framleiða.

 

Tær eru í holt við at gera tónleik til fløguna, og tað verður okkurt av hesum nýggja tilfarinum, sum Divaz fer at spæla á konsertunum millum jól og nýggjár.

 

Fyrrapartin var Divaz gestur hjá Rannvu Gaard Fossaberg á Rás2 (Mynd: Álvur Haraldsen)