Divaz í Løkshøll

Leygarkvøldið 10.mars vitja Divaz í Løkshøll, har tær fara at framføra fyri eysturoyingum.

 

Fyri stuttum framførdu tær fyri fullsettum Norðurlandahúsið, og nú gongur leiðin so til Eysturoynna.

 

Divaz hava tikið nógvir føroyingar á bóli við sínum heilt serstaka tónleiki. Tær tríggjar songkvinnurnar, Anna Maria Olsen, Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen standa á odda í hesum serstaka tónleikabólki, ið hevur nakað, sum vit ikki hava

sæð áður í Føroyum. Tónlistarliga støðið er høgt, og sangur, tónleikur og pallframførsla renna saman í eina hægri eind, ið er karmur um konseptið.

 

Tær tríggjar megna við karisma og talenti at koma út um pallin, og samstundis sum tær undirhalda, og fáa fólk at dansa, syngja og klappa, megna tær eisini at syngja seg inn í hjørtuni á áhoyrarunum.

 

Aftrat sær hava tær fleiri dugnaligar tónleikarar, sum eru fastur táttur í tónleikalívinum í Føroyum.

 

Konsertin verður leygarkvøldið 10.mars og byrjar kl. 21.00

 

Les meira á Facebook síðuni her:

 

www.facebook.com