Divaz hava skift navn

Føroyski tónleikabólkurin Divaz hevur nú skift navn. Nýggja heitið á bólkinum er Flamma.

 

Tær tríggjar songkvinnurnar í bólkinum er Laila Carlsen, Malan Eyðunsdóttir og Ann Channet Danielsen, sum herfyri bleiv nýggjur limur í bólkinum.

 

Divaz byrjaði fyri nøkrum áðrum síðani at framføra við sokallaðum cover-løgum, og tá var var Anna Maria Olsen partur av bólkinum.

 

Tær tríggjar Malan, Laila og Ann Channet í Flamma hava seinastu tíðina verið í upptøkuhølunum, og ætlanin er at geva út fløgu í summar. Talan er um egið tilfar og ikki cover-løg.

 

Til ber at hoyra fyrsta staklagið City Lights av komandi fløguni her