Tað er eingin ivi um, at Divaz í dag teljast ímillum best umtóktu bólkarnir í Føroyum. Tær tríggjar, Anna Maria Olsen, Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen hava við vælsvingandi sangi, karisma og einastandandi góðum røddum sungið seg inn í elituna innan tónleik í Føroyum.
Allar tríggjar er vælkendar innan føroyska tónleikaheimin. Vit kenna tær frá fleiri tónlistarligum samanhangum, og tær hava allar verið viðurkendar songkvinnur seinastu mongu árini.
Eingin ivi er um, at røddirnar hjá Onnu Mariu, Maluni og Lailu hóska ógvuliga væl saman, og saman við teirra dugnaligu tónleikarum gongur alt upp í eina hægri eind.
Úr hvør sínum tónleikauniversi hittast tær tónlistarliga í hesum høpi, og skapa eitt heilt serligt ljóð, sum ikki er hoyrt her á landið áður.
Teirra tónlistarligi stílur er ein blanding av nýggjum og gomlum. Ein samanrenning av fangandi poppløgum, vøkrum R&B balladum, pumpandi Rock N Roll og frekur Soul og Diva.
Malan Eyðunsdóttir, Anna Maria Olsen og Laila Carlsen hava ógvuliga dugnaligar tónleikarar aftrat sær, sum allir eru kendir innan føroyska tónleikaheimin. Talan er um trummuleikaran Henning Nicodemussen, ið vit millum annað kenna frá Kjølum, All That Rain, Jens Marna Band, Brandur Enni, Rox og fleiri øðrum bólkum. Gittarleikarin er Jóhan Ziskason, sum er best kendur frá bólkinum Mark No Limits, men sum eisini hevur framført við ymsum øðrum bólkum seinastu árini. Bjarki Meitil er bassistur við drúgvum
rondum.
Hann hevur verið hinumegin Atlantshavið og nomið sær útbúgving, og er ein bassleikari við kanti, dirvi og tónlistarligari orku. Bjarni Lisberg er ein ungur harri við heilt serligum gávum. Hann er eitt nýtt navn í føroyskum tónleikahøpi, og sambært kvinnunum í Divaz, so telist hann millum teir allar bestu ljómborðsleikararnar í landinum.
Tað er eingin ivi um, at hesar kvinnurnar kunnu gera ein hvønn sang til sín egna, og tað fara tær eisini at prógva saman við sínum bólki, tá ið tónleikatiltakið Voxbotn er á skránni.
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.