Distin til Everton

Eftir at Everton fyrr í vikuni boygdi seg og góðtók at selja Joleon Lescott til Manchester City fyri á leið 200 milliónir krónur, gjørdi felagið skjótt av at tippa holið. Everton hevur nevnliga keypt Sylvain Distin úr Portsmouth. 31 ára gamli Distin hevur seinastu tvey árini spælt við Portsmouth. Undan hesum spældi hann í fimm ár fyri júst Manchester City.