Amerikanski undirhaldsrisin Disney hevur gjørt eitt ordans hál fyri at gera seg enn meira galdandi á marknaðinum.
Fyritøkan hevur nú uppkeypt stóran part av 21st Century Fox, sum stendur fyri einum stórum parti av heimsins filmum og sjónvarpsrøðum. Talan er um ein handil fyri umleið 466 milliardir krónur.
Við hesum hevur Disney nú rættindi til sendirøðir sum The Simpsons, Family Guy og Homeland - og filmarnar X-Men, Deadpool, Home Alone, Die Hard, Avatar, umframt tríggjar teir fyrstu Star Wars filmarnar.
Netflix og HBO fáa kapping
Disney hevur leingi arbeitt við at fáa sína egnu stroymingtænastu upp á beinini, nevniliga Disney+. Hetta skapar kapping til hinar stroymingstænasturnar á marknaðinum sum til dømis Netflix og HBO. Disney eigur longu filmframleiðararnar Marvel og Pixar, og tí stendur Disney sera sterkt á marknaðinum nú.
Møguleiki er fyri, at Disney kann vraka samstarvsavtalurnar við aðrar stroymingstænastur fyri at fáa brúkararnar at velja Disney+ fram um. Ætlanin er, at Disney+ tænastan skal vera klár, áðrenn árið er liðið.