Dism gjøgnumbrot í Norra

Fyrst bingjan við føroyskum akvavitti, eini 10.000 fløskur, fer eystur um hav til Norra í vikuni.

- Vit hava vunnið fulla distributión. Og tað merkir, at vit koma á hyllarnar í øllum teimum umleið 280 norsku rúsdrekkasølunum, sigur Erling Eidesgaard, stjóri í Dism, sum er sloppið gjøgnum nálareygað hjá norska Vinmonopolet við "Lívsins Vatni".

Lívsins Vatn var fyrsta vøran, ið Dism lat framleiða, og kom í føroysku Rúsurnar í november 2008.

- Hetta er at rokna sum eitt gjøgnumbrot fyri okkara fyritøku, sigur ein fegin Erling Eidesgaard.

Hoyr samrøðu her: