Diskriminatión av føroyingum í X-Factor!

Linda Andrews, ið var á skíggjanum til DR1 útgávuna av X-Factor, var ill happa av dómaranum. Teimum tóktist ikki hava stóra virðing fyri føroyingum. Vanligt er í slíkum sendingum, at dómararnar hava ein ávísan leiklut. Ein skal verða fittur, ein neutralur ? og so sjálvandi ein harður dómari. Tað var hesin seinasti nevndi, ið sýndi seta lítla virðing fyri Lindu, og ikki minst fyri Føroya fólkið.

 

Linda greiður frá í samrøðu við Sosialin, at tá hon presenteraði seg sum føroying, byrjaði Thomas Blachmann at rakka Lindu, og allar føroyingar niður. Sambært Lindu segði dómarin, at hann kendi ongan føroying ið dugdi at syngja, og at tey áttu bara at flutt sendingina til Føroyar, tá tað ?kraftedeme kommer så mange færinger?, sum Blachmann málbar seg.

 

Linda sigur við Sosialin, at hon var so mikið heppin at hon fekk vent støðuni, og prógva fyri dómaranum at føroyingar duga at syngja.

Og sum nevnt aðrastaðni á planet.fo, so blásti Linda dómararnar um koll, og bleiv einmælt send víðari í kappingini.