Diskosúpan til G! gestirnar

Nógv ljós verður varpað á matoyðsl á ársins G! festivali. Í dag bjóðaðu Slow Food Føroyar øllum Diskosúpan

Í dag varð ókeypis suppa bjóðað til festivalgestirnar. Suppan er gjørd av avlopsgrønmeti, og tað er Poul Andrias Ziska, kokkur á KOKS, sum hevur gjørt hana í samstarvi við Slow Food Føroyar. Tey kalla súpuna fyri "diskosúpan".

 

Í suppuni var m.a. piparfrukt, brokkoli, leykur og chili – og sigast skal, at hon var sera væl smakkandi.

 

Til at peppa stemningin upp var diskarin JamesJames har og spældi festligar tónar. Eisini bjóðaðu tey djús afturvið.

 

Slow Food Føroyar ynskja at minka um matoyðsl í Føroyum. Tey hava fingið grønmeti frá handlum runt í Føroyum, áðrenn tað varð blakað burtur. Í staðin fyri at maturin verður koyrdur vekk, so hava Slow Food Føroyar gjørt suppu burtur úr tí. Hetta er fyri at varpa ljós á matoyðsl í Føroyum.

 

Á G! Festivalinum í ár hevur nógv fokus verið á matoyðsl. Festivalurin selir t.d. ikki plastgløs meira, men er farin yvir til at nýta endurnýtslugløs. Í gjár hitti in.fo áhugafelagið VistGrøði, sum selir matvørur í leysvekt – les greinina her.

 

Myndir frá tiltakinum Diskosuppa eru her.

Myndir: Olaf Olsen Photography & Alessio Mesiano.