Discovery ikki trygg enn

Hóast tað eydnaðist at umvæla bjálvingina, hevur Discovery ikki fingið lendingarloyvi enn

Ætlanin hjá NASA var, at Discovery skuldi lenda aftur mánadagin, men í gjár kunngjørdi rúmdarumsitingin, at rúmdarferjan fær ikki lendingarloyvi enn.
- Fyrr høvdu vit ikki hugsað so nógv um tað, men enn eru vit ikki vísir í, at alt er í lagi, segði Wayne Hale, sum er leiðari á rúmdarferjudeildini hjá NASA, við Reuters.
Fyrradagin eydnaðist tað einum av manningini á Discovery at umvæla eitt brek, sum ferjan fekk, tá hon bleiv skotin út í rúmdina, men talsmenn hjá NASA søgdu í gjár, at teknikarar mugu kanna allar myndir av bjálvingini uttan á ferjuni eina ferð afturat, áðrenn tað ber til at siga, at alt er í lagi.
- Eg vænti, at vit noyðast at biðja ein av manningini fara út eina ferð afturat, segði Wayne Hale í gjár.
Tað var eitt brek við bjálvingini, sum gjørdi, at rúmdarferjan Columbia kolaðist upp, tá hon var á veg aftur á Jørðina fyri hálvum triðja ári síðani. Vanlukkan kostaði sjey mannalív.