Discovery í Toftalíð

Kenda sjónvarpsrásin, Discovery, er í Føroyum í hesum døgum at gera sending um føroyska matmentan.

Kenda sjónvarpsrásin, Discovery, er í Føroyum í hesum døgum at gera sending um føroyska matmentan.

 

- Tað er ikki á hvørjum degi, at fáa vitjan av sjónvarpsrásini, Discovery, í mínum barndómsheimi á Jóansøku.

 

Soleiðis skrivar Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum á sínum facebook profili seint í gjárkvøldið.

 

Heimskendi kokkurin, Jock Zonfrillo, er í hesum døgum í Føroyum og ger sending um føroyska matmentan.

 

- Tað er systur mín, ið hevur staðið fyri hesum tiltaki og við góðum fólkum úr Suðuroynni, hava tey fingið fantastiskar upplivingar i bjørgum, haga eins og upplivað gestablidni í privatum heimum. Ein sera góð reklama fyri Føroyar, skrivar Annika Olsen.

 

Tað er fyritøkan, Solea, við Elsu Mariu Olsen, ið Discovery vendi sær til í sambandi við, at sjónvarpsrásin ynskti at koma til Føroyar at gera matsendingar.

 

Tað er kokkurin, Jock Zonfrillo  sum hevur valt út níggju ókend og eksotisk støð í heiminum, ið filmsliðið skal vitja til matsendingar, og Føroyar eru so eitt av hesum støðum.

 

Sendingarnar verða vístar á Discovery einaferð í august ella september.