Amerikanska rúmdarferjan Discovery var í dag á síni seinastu ferð í luftini. Hesaferð fleyg hon ikki sjálv, men stóð oman á einum umbygdum flogfari av slagnum Boeing 747, sum flutti ferjuna til Washington, har hon nú skal á eitt savn at standa.
Boeing-flogfarið fleyg nakrar ferðir í kring uppi yvir Washington við Discovery, og allastaðni í býnum stóðu fólk og fagnaðu teirri 30 ára gomlu rúmdarferjuni. Discovery skal nú á Smithsonian-rúmdarsavnið í Virginia.
Discovery fór á sína fyrstu ferð í august í 1984 og hevur síðani verið 39 ferðir í rúmdini og er tann av teimum amerikonsku rúmdarferjunum, sum hevur lagt flest kilometrar aftur um seg.









