Discipliner-reglur
Tilburðurin á Tvøroyri móti endanum av dystinum millum TB og B36 - og ikki minst eftirfylgjandi videodómarnir - hava av álvara birt aftur í kjakið um, hvussu Fótbóltssambandið skal fyrihalda seg til brot á fótbóltsreglurnar, sum verða dokumenteraðar á sjónbandi.
Neyðugt við serligari nevnd
Hóast tey fægstu mundu vera í iva um, at tað var rætt av Kappingarnevndini at taka upp hendingina á Tvøroyri, so hevur spurningurin eftirfylgjandi reist seg, nær ein hending er nóg stór, til at sjonbandaupptøkur verða nýttar at geva revsing við. Fleiri dømi hava eisini verið um hetta í ár. Til dømis vóru runavíkingar illa nøgdir, tá Ikeckukwu Onyema fekk tríggjar daga leikbann, eftir at hann varð rikin av vølli í dystinum móti GÍ. Í B36 hava tey verið ónøgd um, at Edvard Ble hjá VB bara fekk ein dyst fyri sítt reyða kort móti GÍ, og um at Christian Høgni Jacobsen hjá NSÍ ikki fekk seinna gula kortið, tá hann í ovurfagnaði togaði troyggjuna av sær, eftir at hann hevði skorað íheimadystinum móti HB. Í báðum førum vildi hetta gjørt, at spælararnir ikki vóru tøkir til dyst móti B36, men tað vóru teir so kortini.
Soleiðis er ivaleyst eisini við fleiri málum, sum hava verið gjøgnum árið, og í leygardagsútgávu okkara viðgekk formaðurin í Kappingarnevndini, Bjarki Mohr, eisini, at nevndin at kalla ongan møguleika hevði at fylgja øllum slíkum málum upp. Og hann legði afturat, at hann helt tað vera upplagt, um ein serstøk discipliner-nevnd verður sett. Ein nevnd, sum millum annað eisini hevur eftirhyggjan av video-upptøkum sum part av arbeiðssetninginum.
Uppskot til aðalfundin
Hóast kjakið soleiðis aftur er tendrað, so er talan tó ikki um nakran spildurnýggjan og kollveltandi tanka.
Longu í 2000 hevði umsitingin hjá FSF gjørt eitt uppskot um disciplinerreglur, og á fundinum við feløgini í november mánaði tað árið, varð hetta uppskotið eisini fyrilagt.
Ta ferðina gjørdist talan tó ikki um meira enn tað sama, men gongst eftir vild, so verður tað til meira enn bara prát, tá feløgini í heyst aftur fara á árliga fundin við FSF.
- Tað er einki at ivast í, at tað er neyðugt við serstøkum disciplinerreglum, og sjálvur ivist eg ikki í, at vit eiga at fáa eina slíka nevnd, sigur Óli Holm, formaður í FSF.
Spurdur, hvørt talan verður um uppskotið, sum varð lagt fram í 2000, sigur Óli, at nakað av hesum allar helst verður brúkt, men at einstakar tillagingar og ajour-føringar tó mugu gerast.
- Tað eru jú nógvir spurningar, sum skulu greiðast í hesum. Millum annað, hvussu nevndin skal mannast, og hvussu víðar heimildir hon skal hava. Men okkara mál er í øllum førum, at uppskotið verður lagt fyri aðalfundin, sum verður í februar mánaði. Og tað merkir so aftur, at vit skulu hava eitt uppskot til hetta klárt til fundin við feløgini, sum verður í november mánaði, sigur formaðurin.
Bøtur til vælgerandi endamál
Soleiðis er enn ikki greitt, júst hvussu uppskotið fer at síggja út, men uppskotið frá 2000 inniheldur tó fleiri áhugaverdar tankar.
Millum annað verður sagt um manningina av nevndini, at hendan skal setast saman av einum løgfrøðingi, einum grannskoðara og einum fótbóltskønum. Ein samanseting, sum eisini stuðlar uppundir tosið um, at talan skal vera um nevnd, sum burtur av arbeiðir við lógar-partinum av fótbóltsspælinum, og tí ikki tekur tey atlit, sum fótbóltsáhugað kanska ofta hava hug til.
Hartil verður í reglunum nevnt, hvørjar heimildir nevndin skal hava. Og tað stendur greitt, at hesar ganga nógv víðari, enn tær hjá eitt nú Kappingarnevndini gera. Sum revismøguleikar verða millum annað nevnd møguleiki at taka stig frá feløgum, at broyta úrslit, at frátaka heiðursmerki, at frátaka støðu sum avtalu- ella áhugaleikari, discipliner niðurflyting av liði og útihýsan av venjara-, leiðslu- og dómarastarvi.
Fyri at tryggja, at veruligt hald verður í avgerðunum, sum nevndin tekur, eru eisini nýggir kærumøguleikar komnir afturat í reglugerðini, um sammett verður við aðrar nevndir hjá FSF. Framvegis er Dómsnevndin ein kærumøguleiki, men í evsta føri skal nú eisini bera til at leggja mál fyri altjóða ítróttardómstólin í Lausanne.
Og endaliga, so er ein áhugaverdur partur av uppskotinum eisini, at bøtur, sum verða dømdar feløgum av discipliner-nevndini, ikki skulu enda í FSF-kassanum. Hinvegin skulu hesar brúkast til vælgerandi endamál, og í uppskotinum frá 2000 verður lagt upp til, at Reyði Krossur og Amnesty skulu fáa 40% hvør, meðan FSF tekur seinastu 20% sum ómaksgjald.
Hetta seinasta er ein háttur, sum verður nógv nýttur aðrastaðni, og eitt nú rindar FIFA hvørt ár stórar upphæddir í kassan hjá UNICEF. Tankin í hesum er, at býttar gerðir á ítróttarvøllum ikki skulu brúkast til at rúgva upp í kassanum hjá respektivu fótbóltssambondunum, men at pengarnir fyri ringu gerðirnar heldur verða nýttir til góð endamál.