Sum partur av umhvørvisvikuni í Tórshavnar kommunu, fer Petricia (Disa) Christiansen klokkan 19 í kvøld í Østrøm at siga frá um ókrút og aðrar mat/ gagn plantur.
Hetta er eitt temakvøld, har onnur eisini verða við og fara at siga frá.
Richa B. Richardsdóttir fer at tosa um føroyskar rávørur og avroð og um tað av slaktinum, sum verður burturbeint.
Í kvøld fer eisini Heini Joensen at greiða frá um, hvussu sankutøð kunnu gerast úr matleivdum og havaruski.
Viðhefta mynd er av Disu, sum er ættað av Skála, men býr í Nólsoy.









