- Okkara fólk skal ikki revsast fyri avtalur, sum landsstýrið hevur gjørt.
Tað staðfesti Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, tá framløgan av valskrá floksins var í gjáramorgunin.
Og her sipaði hann til, at flokkurin ikki fer at ganga við til, at teir, sum sigla undir fremmandum hentleikaflaggi, ikki skulu krevjast nakra fólkatrygd.
- Hesir menninir gjalda jú framman undan skatt, og at áleggja teimum størri skatt førir ósvitaliga vist til, at teir flyta av landinum, sigur Jørgen Niclasen.
Valskráin hjá flokkinum er annars bygd á trý høvuðspunkt: Skattur og avgjøld, vinnan og almenna húsarhaldið.
At Fólkaflokkurin fegin vil broyta skattalógina er einki nýtt. Og tað nýggja, er heldur ikki heilt nýtt.
- Okkara uppskot til eina betri skattaskipan, sum eisini fer at eggja fólki til at arbeiða, er ein flatskattaskipan, við 60.000 krónum botnfrádrátti og einum 40% skattatrýsti í mesta lagi, sigur Jørgen Niclasen.
Verða hesi tølini nýtt merkir tað ein minni skatt til landskassan á 235 milliónir krónur.
- Okkara uppskot gongur út upp á, at landskassin fær 20% í skatti, meðan kommunurnar fáa tað skattaprosent, tær nú áseta. So í veruleikanum merkir eitt maksimum skattaprosent á 40% eitt skattaprosent millum eini 36 og 43, sigur Jørgen Niclasen.
Skil á makrelinum
Eitt annað av hjartamálinum hjá flokkinum er fiskivinnan. Og har er Fólkaflokkinum eisini klárur við sínum uppskoti, sum miðar ímóti sama máli, ið aðrir flokkar hava sett sær.
- Tilfeingið skal virðisøkjast, og tað skal gerast heima hjá okkum sjálvum. Besta dømi um ringa handfaring í so máta, er makrelmálið. Fremsta og einasta endamálið var at fáa nakrar fáar krónur í landskassan við tí úrsliti, at talan gjørdist um olympiskt fiskarí, har tað bara ráddi um at fiska so skjótt og so nógv sum gjørligt, sigur Jørgen Niclasen.
Fólkaflokkurin fer tí at arbeiða fyri, at so nógv sum gjørligt kemur upp á land – um føroyskan keikant – og verður virðisøkt her á landi.
- Í ár fór mestsum øll virðisøkingin fram á útlendskum móðurskipum, sum struku avstað við vinninginum. Lægrilønt arbeiddu makrelin, og skipini avreiddu fyri fýra krónur kilo. Nú fáa útlendsk skip upp í 15 krónur kilo, so tað sigur seg sjálvt, at tað eru iki smávegis pegnar, vit hava mist, av tí at alt skuldi fiskast olympiskt her og nú, sigur Jørgen Niclasen.
Avgjaldssteðg
Vegurin fram, heldur Fólkaflokkurin, er eitt styrkt vinnulív, tí bert við einum vinnulívið, ið gevur neyðugt avlop, skapast vøkstur.
- Og tí fara vit at krevja ein skatta- og avgjladssteðg á vinnulívið. Vit hava nýtt fleiri vinnulívsfólk í okkara valherferðum, men ongastaðni hava vit hoyrt eitt orð um ov høgt lønarlag. Tí tað er skatturin og avgjøldini sum gera, at vinnufyritøkur flóta tungt í sjónum, sigur Jørgen Niclasen.
Eitt annað, sum flokkurin vil arbeiða fram ímóti, er útbjóðing av almennum tænastum til privat at reka.
- Tað hevði gjørt tænastuna bíligari at rikið, tí ein privat tænasta kann lættari tillaga seg, sigur Jørgen Niclasen.
Umframt hetta ætlar flokkurin at ganga beint ímóti ynskjunum hjá flestu øðrum flokkum – íroknað Sambandsflokkin – og einskilja almenn feløg.
- Hetta gevur stórar fyrimunir, og tilførir samstundis tí almenna kærkomið íkast, sigur Jørgen Niclasen.
Innan tað almenna ætlar flokkurin at gjøgnumganga lógir, so tær passa til føroysk viðurskifti.
Pensjónsreform
Eins og aðrir flokkar á Tingi ynskir Fólkaflokkurin ein pensjónsreform, tí hann er neyðugur.
- Hann má koma uttan mun til hvat annars hendir. Men her vilja vit broyta skattingina frá at hon skal falla, tá pensjónin verður goldin út, til at falla, tá hon verður goldin inn. Tí sum nú er merkir pensjónsreformurin, at í staðin fyri at vit koma at gjalda fyri tvey ættarlið, skulu vit gjalda fyri trý, sigur Jørgen Niclasen.
Í dag verða goldnar inn í pensjón umleið 500 milliónir krónur, og tá øll eru komin upp á ætlaðu 15%, verður talan um eina milliard.
Í heila tikið sæt út til, at nógvir av flokkunum eru samdir um eina rúgvu, og einki meiri enn, at hallið á fíggjarlógini skal verða burtur í seinasta lagi í 2016. Og tað vil Fólkaflokkurin eisini. Men hann vil bara náa málinum á ein annan hátt.
- Við at loysa vinnuna úr hafti heldur enn at leggja hana í haft skapa vit búskaparligan vøkstur, sigur Jørgen Niclasen.
Á listanum hjá Fólkaflokkinum eru 32 valevni, 22 menn og 10 kvinnur. Og hjá Fólkaflokkinum er tað eitt stig á rættari leið móti javnstøðu.
- Listin hesaferð prógvar, at kvinnur so sanniliga hava rúm í Fólkaflokkinum, sigur Jørgen Niclasen, floksformaður.









