Heini var sjálvur ikki við í fyrsta dystinum hjá føroyingum móti Serbia, men hann er av teirru áskoðan, at føroysku leikararnar kempaðu sum úlvur á skóg, og stóðu lítið aftanfyri stóru hondbóltstjóðina av Balkan.
- Vit høvdu dirvi og áræði til at spæla okkara kjans, og tóku av, tá høvið var til tess, sigur Heini Hanusarsson, ið er vælnøgdur við at tað royndist føroyska liðnum so væl móti serbisku yvirmaktini.
- Nú hava vit ikki spælt nakran veruligan landsdyst í nærum 10 ár, og tað er sera óheppið. So tað skal vera mín vón, at Hondbólt Samband Føroya (HSF) leggur sær fyri at tað javnan vera altjóða skrásettir dystir á skránni hjá bæði monnum og kvinnum. Hetta er vegurin, heldur enn at senda lið til tílíkar kappingar, sum Challenge Trophy, har vit fáa eittans góðan dyst. Vit hava funnið rætta pallin, sigur Heini.
- Gamaní kann man vænta at fáa ein lúsing við hvørt, tá spælt verður móti mætum hondbóltstjóðum, men halda vit áfram, og vit javnan fáa stórar avbjóðingar, so skal okkurt stigið ivaleyst koma í skjáttuna. Menningin verður munandi størri, og stuttligari verður at spæla hondbólt.
Heini Hanusarsson heldur eisini, at vit eiga at byggja víðari uppá hetta úrslitið, og so metir at hann at ungu kreftirnar á liðnum stóðust serstakliga væl.
- Sjálst um støddin ikki er við okkara ungu leikarum, spældu teir við dirvi og áræði. Teir vóru ikki bangnir fyri at taka avbjóðingarnar á herðarnar og leypa á stóra serbiska múrin.
Heini vónar at HSF fer at halda áfram við landsliðsarbeiðinum, so at vit javnan kunnu síggja slíkir innsatsir frá einum føroyskum hondbóltslandsliði.