Dirvi og dreymar í Rákinum

Tað er altíð spennandi at eygleiða og gleðast um, hvussu ymisk vit eru. Sum lívið hevði verið keðiligt, um øll vóru líka. Hugsa tær, vóru allir føroyingar baptistar við bláum sum yndisliti, ella tjóðveldisfólk við einum serligum veikleika fyri týskum marcipani.


Í Rákinum hesaferð kanst tú lesa um fólk, sum tilvitað hava valt at liva lívið soleiðis, sum tey allarhelst vilja.


Vit hava vitjað parið, sum hevur dirvi til at útliva sexuallu dreymar sínar saman við øðrum føroyingum. Í Kunoy finna vit havnarkvinnuna, sum fann frælsið í Norðoyggjum. Saman við einum risabólki av donskum KT-serfrøðingum, fáa vit eitt kick, tá vit saman við teimum bjóða lívinum av í føroysku náttúruni, og niðri á Christianshavn finna vit ungu kvinnuna, sum seymar hárprýði, ið selja sum heitt breyð, bæði í Danmark og her á

landi.


Eydnuna finna vit ikki í túninum hjá grannanum. Hóast hann kanska bæði hevur húsvogn, stuttleikabát og fýrahjólstrekkjara, hund við ættartalvu, Harley, terrassu og ross - og eitt hetroseksuelt monogamt hjúnalag. Í roynd og veru havi eg hugsað um at fáa mær eitt slangubúr í havan og at byggja eitt høgt torn upp á raðhúsið, so eg fái betri útsýni og víðari sjónaring.


Men nú fáa vit at síggja. Í fyrstu atløgu er ein kaffimunnur og Rákið á skránni.

Rigmor:)