Dirty Harry pensióneraður

Tey, sum kundu hugsað sær ein nýggjan film við Dirty Harry, fáa ongan slíkan film

Seinastu tíðina hava filmshetjur sum Rambo, Rocky og seinast Indiana Jones gjørt comeback á hvíta tjaldinum. Men tey, sum kundu hugsað sær ein nýggjan film við Dirty Harry, fáa ongan slíkan film. 78 ára gamli Clint Eastwood, sum hevði leiklutin sum Dirty Harry fimm filmum um harða løgregulmannin, segði við fjølmiðlarnar til filmsstevnuna í Cannes herfyri, at tað kemur ikki upp á tal at gera ein nýggja Dirty Harry-film. Seinasti filmurin um Dirty Harry er frá 1988.