Lutakandi bólkar á konsertini eru eru Abide, Gunnar Guttesen, Petur Pólson og Direct Level.
Direct Level byrjaði sum bólkur á sumri 2003 og hava sostatt skjótt 3 ár á baki. Sigast má, at teir hava verið sera virknir hesi 3 árini, m.a. luttóku teir í Gospel Prix 2003 og gjørdust teir nr. 2 eftir I Am, teir luttóku á Prix Føroyar og G! 2005, umframt sum teir eisini hava spælt konsertir um alt landið. Ein av teimum nærstu ætlananum hjá bólkinum er at geva eina fløgu út og kanska eisini sleppa uttanlanda at spæla.
Eftir at hava havt ein steðg í eitt hálvt ár, eru Direct Level byrjaðir aftur við nýggjum trummuspælara. Tað er 23 ára gamli Martin Rúni Joensen úr Fuglafirði.
Direct Level hava verið í venjingarhølum í 4 mánaðir, og væl er komið burtur úr. Nógv nýtt tilfar er gjørt, og nakað av hesum verður at hoyra á konsertini á Eiði. Hetta er sostatt fyrsta framførsla við nýggja trummuleikaranum.
Vit hava vant nógv til hesa konsertina og eru sera spentir at spæla aftur, sigur forsangarin í Direct Level, Dan Leivsson.
Bólkurin hevur fyri stuttum fingið heimasíðu og er hon at finna á www.directlevel.net. Á heimasíðuni finnast m.a. myndir, demo sangir og venjingar.
Teir sum manna bólkin eru:
Dan Leivson Guitar/Sang
Jonny Mikkelsen Guitar
Dávid í Lág Bass
Martin Rúni Joensen Trummur









