Diplomatar við til jødatýning

Ein frágreiðing, sum týskir søgugranskarar løgdu fram í gjár, avdúkar, at diplomatar hjá týska uttanríkisráðnum vóru við til jødatýningina undir seinna heimsbardaga. Í fimm ár hava granskararnir kannað leiklutin hjá uttanríkisráðnum undir seinna heimsbardaga. Úrslitið er ein frágreiðing, sum er 900 síður, og hon staðfestir, at uttanríkisráðið viðvirkaði til at týna jødar í teimum hersettu londunum.

Í sambandi við frágreiðingina hava týsku myndugleikarnir skipað fyri einari framsýning í Berlin við skjølum frá seinna heimsbardaga. Millum skjølini er ein rokning frá einum diplomati, sum hevur verið uttanlands, og sum skal avrokna ferðina. Sum ferðafrágreiðing hevur diplomaturin skrivað:

-Arbeiðsørindi: At útdudda jødar í Beograd.

-Guido Westerwelle, sum nú er uttanríkisráðharri í Týsklandi, sigur tað vera skammiligt, at starvsfólk í uttanríkisráðnum vóru sek í teimum nazistisku brotsgerðunum.