ÍF boðar nú frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Dion Splidt. Argjamaðurin hevur spælt við KÍ í fjør, men hevur valt ikki at halda fram við Djúpumýru. Hann fer nú at spæla í næstbestu deildini við ÍF. Hann hevur verið settur í samband við Víking, NSÍ, AB og Skála.
Les eisini: Dion og KÍ skiljast
Fuglfirðingar hava megnað at hildið fast í meginpartin av fólkinum, sum var í felagnum í fjør. Menn sum Bogi Reinert Petersen, Dánjal á Lakjuni og Andy Olsen halda allir fram, meðan Jan Ellingsgaard er komin aftur úr NSÍ. Nú er so Dion Splidt komin afturat.
Nýggjur venjari í Fuglafirði er Hegga Samuelsen. Fleiri royndir spælarar hava eisini verið at sæð til venjingardystirnar hjá ÍF. Her kunnu nevnast Hanus Eliasen, Høgni Zachariasen, Frank Poulsen og Fritleif í Lambanum.
ÍF spælir í dag 1. umfar í 1.deild. Dysturin verður móti teimum næstbestu hjá Víkingi.









