AB hevur í dag fingið spæliloyvið hjá Dion Splidt uppá pláss. Sostatt verður hann við, tá 1.deildarliðið hjá AB spælir móti B68.
Sum skilst, so verður Dion ein partur av Effo-hópinum hjá AB fram til í heyst. Argjamenn hava í løtuni brúk fyri allari hjálp teir kunnu fáa.
Tað ljóðar somuleiðis, at Sorin Anghel verður at síggja á besta liðnum í seinnu hálvu. Hann gavst annars eftir farna kappingarár og hevur verið venjari hjá 1.deild.
AB liggur í løtuni fimm stig undir niðurflytingarstrikuni, nú feløgini eru farin í summarferiu. Tó spælir 1.deild enn, har AB eisini hevur lið.










