Dinosaurar á Bornholm

Tann 30 ára gamli jarðfrøðingurin Jesper Milán hevur funnið fótaspor, sum benda á, at dinosaurar vóru á Bornholm fyri 170 milliónum árum síðani, skrivar Politiken.

Fyrr hava jarðfrøðingar funnið tenn av dinosaurum á Bornholm, men hetta er fyrstu ferð, at menn hava funnið teirra fótaspor á oynni. Jesper Milán sigur við Politiken, at hann hevur funnið tvey fótaspor. Annað er 70 sentimetrar til longdar, og tað heldur hann stava frá einum sokallaðum sauropadi. Teir størstu sauropadarnir kundu vera 40 metrar langir og eru størsta djór, sum hevur livað á Jørðini. Hitt fótasporið er 25 sentimetrar langt.

Jarðfrøðingar siga, at í dinosaurratíðini lá at kalla alt Danmark undir í sjógvi, men at økið kring Bornholm var oman fyri vatnskorpuna. Tí hava teir alla tíðina vitað, at skuldu teir finna tekin um dinosaurar í Danmark, skuldu teir leita á Bornholm.